Find a jobRecruiters

Fíggjarstjóri

Exclusive opportunity

Onsite

Fíggjarstjóri

Tryggingarfelagið LÍV

Fíggjarstjóri

1 month ago

Share this opportunity

Share this opportunity to other talents of your network:
✓ Offer them a visibility boost with clients.
✓ Help your contacts find their next job.

Important information


Contract type:

Permanent

Location:

Tórshavn, Faroe Islands

Work mode:

Onsite

Published on:

24 September 2026

What they need


LÍV sóknast eftir strategiskum og framsøknum fíggjarstjóra

Tú verður partur av leiðslutoyminum, sum fevnir um fýra fólk, og tú fært ein týðandi leiklut í framhaldandi menningini av LÍV. Tú fært eisini yvirskipaðu ábyrgdina av fíggjarligari stýring, roknskapi og aktuariatvirkseminum umframt leiðsluligu og strategisku ábyrgdina av kunningartøkni og talgilding. Samstundis verður tú við til at menna og skipa eina deild, sum skal styrkja bæði fakliga dygd og talgilda framdrift

Á fíggjardeildini arbeiða níggju fólk, og tilsamans starvast 33 starvsfólk hjá LÍV á Óðinshædd 11 í Tórshavn.

Ábyrgd og høvuðsuppgávur

Sum fíggjarstjóri fært tú ábyrgd av at:

  • leiða og menna fíggjardeildina, sum fevnir um roknskap, aktuariat og kt-menning
  • tryggja haldgóðan og rættstundis roknskap og rapportering fyri felagið, samtakið og dótturfeløg
  • styrkja fíggjarliga stýring, uppfylging og rapportering av lyklatølum
  • tryggja gjaldføri, regluligar uppgerðir og eftirlitskrøv
  • hava yvirskipaða ábyrgd av aktuariatvirkseminum í tøttum samstarvi við ábyrgdarhavandi aktuar og starvsfólkatoymið
  • leiða kt- og talgildingarøkið við denti á effektivum arbeiðsgongdum, góðari kundatænastu, kt-trygd og støðugum rakstri
  • vera strategiskur sparringspartnari og hugskotskveikjari hjá stjórn og nevnd.

Vit vænta, at tú hevur

  • hægri útbúgving innan fígging, búskap, roknskap ella líknandi
  • sterkan fakligan førleika innan fíggjarliga stýring og rapportering
  • góðar leiðsluroyndir og ein greiðan og savnandi leiðslustíl
  • royndir frá fíggjar-, tryggingar- ella pensjónsvinnuni er ein fyrimunur
  • kunnleika um og áhuga fyri kunningartøkni og talgilding. Tú skalt ikki vera menningarfólk, men skilja møguleikarnar og megna at stuðla undir, at teir verða framdir í verki
  • gott strategiskt yvirlit og evni at síggja og gagnnýta møguleikar – bæði í menniskjaligum førleikum og tøkniligari menning
  • góð samstarvsevni og evni at skapa úrslit saman við øðrum

Vit bjóða

  • ein týðandi leiklut í leiðsluni hjá LÍV
  • eitt breitt ábyrgdarøki og góðan møguleika at seta tín dám á bæði fíggjarligu og talgildu menningina
  • møguleika at byggja víðari á og menna eina deild við dugnaligum starvsfólkum
  • eitt professionelt arbeiðsumhvørvi, har ið tú fært stóra ávirkan á framtíðarmenningina hjá felagnum

Umsókn

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við

Rune Nørregaard, komandi stjóra, á telefon +45 54303357 ella Árna Ellefsen, nevndarformann, á telefon +298530724.

Umsóknir skulu sendast til [email protected]

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Freistin at søkja er 10. oktober 2026 kl. 16:00.

Vit gleða okkum at frætta frá tær.

Other offers great for you!

These companies are also looking for great profiles

Easy-Talent

Responsable des Services Généraux - CDD F/H

Freelance

77340 Pontault-Combault, France

Onsite

Skills

moyens généraux

14 hours ago

Quick apply

Unitech Solutions

Tech Lead Data

500€/jour

Freelance

Saint-Denis, France

Hybrid, Onsite

Skills

IBM TM1Planning Analytics for Excel (PAX)TM1 PerspectiveEnterprise Performance Management (EPM) architectureExcel VBATechnical migration

11 hours ago

Quick apply

CL23

Audit Coordination Consultant - Finance - CDI/Freelance

Freelance

Luxembourg

Onsite

Top Recruiter

Skills

External AuditAudit coordinationISAE 3000Agreed-Upon Procedures (AUP)Regulatory analysisAdvanced Excel

10 hours ago

Quick apply

The best place to find your next move

© 2026. All Rights Reserved.

Talents

Find a job

Create a profile

Solutions and tools